Sjórænarar tóku tíðliga í morgun farmaskipið «Thor Nexus» einar 450 fjórðingar í landnyrðing úr oynni Socotra í Indiska Havinum. Reuters skrivar, at tað 20.000 tons stóra stóra skipið var á veg úr Sameindu Arabisku Emiratunum til Bangladesh, tá vápnaðir menn tóku tað.
27 mans eru við skipinum, sum er skrásett í Teilandi. Einki er frætt um, hvuaau teimum veit við.
Altjóða tíðindastovurnar skriva, at í løtuni hava somaliskir sjórænarar 25 skip í varðveitslu. 601 fólk eru við teimum rændu skipunum.