Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hevur seinastu tíðina landað bæði línu-, trol og snellufisk, sum skip og bátar hava ført til lands. Línuskipið Morgunstjørnan landaði í Klaksvík í gjár. Teir høvdu umleið 65.000 pund, sum teir fingu á eini fýra setum undir Føroyum.
Úr Klaksvík verður sagt, at meginparturin av veiðini hjá Morgunstjørnuni var hýsa.
Nú upsaveiðan er so góð, vænta tey á Landingarmiðstøðini í Klaksvík, at partrolararnir Safir og Smaragd eisini koma inn at landa í vikuni.
Leygardagin vóru partrolararnir Nónhamar og Fjalshamar inni við fullari last og nakað av leysum fiski. Teir høvdu sløk 200.000 pund tilsamans.
Næsta mánadag hava línuskipini Klakkur og Ågot eisini biðið um landing í Klaksvík.
Úr Klaksvík verður annars sagt, at útróðrarbátarnir fáa væl av fiski, bæði teir, sum royna við línu og teir, sum royna eftir várfiski við snellu.