Skip á land í Oyrasundi

Talan er um fraktskipið Alexander Tvardoskiy.

Danska verjan boðar frá, at eitt 90 metur langt fraktskip er farið á land í Oyrasundi. Talan er um skipið  Alexander Tvardoskiy, ið er skrásett á Cook Oyggjunum.

 

 

Skipið var ávegis til Bretlands við timbri.

 

 

Mett verður ikki, at vandi er á ferð, og vandi er ikki fyri umhvørvinum, men hendingin skal kannast, upplýsir danska verjan.