Skip kunna søkja um fiskiloyvi í Eysturgrønlandi

223 tons av toski og 196 av brosmu eru eftir av kvotuni

Nú ber til hjá skipum at søkju um fiskiloyvi eftir brosmu og toski í Eysturgrønlandi. Vørn boðar nevniliga frá, at í samband við, at útlit eru fyri at kvotan av toski og brosmu í Eysturgrønlandi ikki verður fullnýtt, so ber til at søkja um at fáa fiskiloyvi at fiska ikki fullnýtta kvotu av toski og brosmu í Eysturgrønlandi eftir at seinasta tíðarskeiðið endar 16. september 2018.


- Kvotan er avmarkað til fiskiskip í bólki 3. treytirnar í § 3, stk. 1- 3 í kunngerð nr. 71 frá 7. mai 2018 um fiskiskapin eftir botnfiski, rækjum og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2018, eru framvegis galdandi, skrivar Vørn í tíðindaskrivi.


Upplýst verður, at í løtuni eru 223 tons av toski og 196 tons av brosmu eftir av kvotuni. Hendan kvotan kann tó minka, tí skip fiska av kvotuni fram til 16. september 2018.


Freistin at søkja um fiskiloyvi er hósdagin, 13. september 2018, kl. 12.00. Um so verður, at fleiri enn seks umsøkjarar eru til kvotuna, so verður avgerð tikin við lutakast um, hvørji skip kunnu sleppa til fiskiskap.