Skip koma og fara ? og vit liggja bakk

- Kanska var tíðarskeiðið at leggja skipini ikki tað rætta, tí fiskiskapurin hevur verið so góður hesa tíðina, meðan øll skipini hjá okkum hava ligið, sigur Jónsvein Knudsen

Fiskivinna

Reiðarin, Jónsvein Knudsen, sigur, at tað hevur verið ótrúliga ringt at síggja skip fara avstað og koma aftur við nógvum fiski, meðan skipini, sum Snaraløkur eigur og umsitur, hava ligið.
 Umframt Jaspis og Ametyst, sum hava ligið síðan, 11. september, hevur Smaragd, ið P/F Kúrberg eigur, eisini verið í Danmark í langa tíð.
 Smaragd fór til Danmarkar um hálvan august og fór í vinnu aftur fyri stívliga 14 døgum síðan.
 Reiðarin sigur, at kanska var hetta ikki rætta tíðarskeiðið at leggja skipini, tí fiskiskapurin hevur verið góður, meðan skipini hava ligið ?bakk?, sum hann tekur til.
- Men nú eru hesi arbeiði so gjørd, og tað er gott, leggur hann aftrat.

Eisini sandblástur
Smaragd hevur verið í Skagen, har alt arbeiði er gjørt.
- Skipið er sandblást, bæði botnur, skrokkur og arbeiðsdekk. Motorurin er
tikin í botn, og neyðkallikrøv eru uppfylgd. Allur hydraulikkur er skiftur, og skipið hevur fingið nýggjar pavnar. Trolbanarnir á dekkinum eru tvídeildir, heilt fram í gron.
Jónsvein sigur, at Smaragd partrolar saman við gamla Safir, sum í dag eitur
Føstuvarði.
 - Føstuvarði hevur kortini verið nokso fitt í vinnu, meðan Smaragd hevur verið í Danmark. Teir hava gjørt onkrar túrar saman við Vesturtúgvuni og saman við onkrum av skipunum hjá P/F Beta.
 Snaraløkur umsitur eisini skipini hjá Bjarta Mohr, Suðurvarða, Vesturvarða og Norðbúgvan.

Ógvuliga góð fiskiár
Jónsvein Knudsen ásannar, at seinastu árini hava verið ógvuliga góð hjá skipunum, og serliga árið í ár hevur verið gott.
 - Men nú eru spádómarnir ikki so bjartir. Tó merkja vit einki til, at fiskiskapurin er vorðin slakari. Fiskifrøðingar siga frá vánaligum gróðuri, og vit eiga at lurta eftir tí, teir siga, hóast vit ikki eru samdir í øllum.
 Reiðarin ásannar, at tað verður altíð upp-og niðurgongd í fiskivinnuni.
 - Vit, sum hava fingist við fiskivinnu í mong ár, vita, at trøini veksa ikki inn í himmalin, sigur Jónsvein Knudsen.