Fiskivinna
Sosialurin hevur afturvendandi tikið upp trupulleikan, sum Fiskamarknaður Føroya, skipini, útróðrarmenn og virkini hava av, tá ið trot javnan er á kørum og kassum. Ringast stendur til, tá ið nógvur fiskur kemur uppá land, men í samrøðu við blaðið, segði leiðarin á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík fyrr í heyst, at hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki gjøgnum alt árið 2002.
- Tað kann ikki vera rætt, at eg skal nýta meginpartin av míni arbeiðsorku til at útvega kassar og kør, so vit kunnu arbeiða, segði Kristian Fríðrik Olsen.
Sum skilst, hevur staðið rímiliga væl til við kassum higartil í ár, men enn er so bara ein vika liðin, síðan skipini fóru útaftur.
Á Fiskamarknaði Føroya stúra tey fyri, at skilið verður hitt sama sum frá líður, tí rættiliga nógvur fiskur er komin uppá land í hesi vikuni. Nú stundar eisini til várróðurin, og seinasta vár var hetta ein stórur trupulleiki.
Sluppu ikki út
Avleiðingin av, at kassar og kør vanta, er, at torført kann vera hjá Fiskamarknaðinum at skilja fiskin, tí ov fá iløt eru at koyra fiskin. Skip bíða eftir landing og skip, sum eru liðug at landa, fáa í ringasta føri ikki nóg mikið av kassum og kørum til nýggjan túr.
Sosialurin hevur frætt, at tveir trolarar í Saltangará, sum partrola, lógu eina heila viku og bíðaðu eftir kassum einaferð í heyst. Teir sluppu ikki útaftur, tí teir fingu ikki nóg mikið av kassum.
Ilt er at fáa greiði á, hvar trupulleikin liggur - um talan er um ov fá íløt í skipanini hjá Kassamiðstøðini, ella um trupulleikin er, at íløtini ikki koma uppá pláss aftur so hvørt.