Skilur ikki øsingina av grindasølu

2017 hevur verið eitt gott grindaár og eitt evni, ið hevur fylt nógv í samband við grindadráp í ár er sølan av grind og springarum.


Nógv hevur verið kjakast um evnið, og fyri nøkrum vikum síðan vakti tað ans, tá ein føroyingur seldi springaratvøst á Facebook fyri 675 krónur fyri kiloið. Nógv funnist at hesum, og vístu á, at føroyingar fyri útheiminum verja grindadráp við, at eingin selur slíkt fyri vinning.


Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, sigur við Vikuskiftis-Sosialin, at tað er als ikki nýtt, at grind verður seld, men tað , ið er broytt, er mátin selt verður uppá.


- Eg skilji ikki øsingina av, at fólk selja grind. Tað eru fólk, ið dáma væl grind, men ikki hava møguleikan at fara í grind. So fara tey í staðin oman í Vágsbotn at keypa sær eitt kók, og tað halda øll vera fínasta lagi, men so skjótt tað kemur út á Facebook, so er øgiligur røringur í, sigur Karl Johansen.


Les alla greinina við Karl Johansen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.