Skiltini aftur upp á pláss

Dreingjalótir, sigur Landsverk um umbýttu bygdaskeltini.

Í morgun varnaðust fólk, at tvey bygdaskelti vóru komin skeivt fyri í Eysturoynni. Rituvík var flutt inn á Byrgi, meðan Søldarfjørður var fluttur yvir á Rituvíksháls.

 

Árni Jacobsen, økisleiðari á norðurøkinum, sigur, at onkur hevur býtt um skeltini í nátt.

- Tað kemur fyri at okkurt skelti er burtur, men ikki at tað verða býtt um á henda hátt, allarhelst er hetta dreingjalótur, sigur Árni Jacobsen.

 

Tað er sostatt ikki landalærukunnleikanum á Landsverki, tað er galið við.

 

Árni Jacobsen sigur, at skeltini nú eru komin á rætta pláss aftur.