Margarinfabrikkin bjóðar nú børnum hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt, eitt forum at tosa saman í, tí tað vísir seg at vera lættari hjá børnunum at skilja og góðtaka sína støðu, tá tey kenna seg aftur í tí, sum onnur børn siga frá.
Foreldur sum ynskja, at teirra barn kemur við í samrøðubólkin, skulu siga Margarinfabrikkini frá, og umráðandi er, at bæði foreldrini eru samd um, at teirra barn kann koma í samrøðubólk, og at barnið har kann tosa um sína støðu.
Bólkurin hittist á loftinum í Margarinfabrikkini eina ferð um vikuna í 10 vikur, og pláss er fyri átta børnum í senn, og tað verða Salua Manai og Ingvør í Haraldsstovu, báðar námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, ið koma at leiða bólkin.