Smái upsin er ofta ein trupulleiki í fiskiskapinum, og javnan verða upsaleiðir stongdar, tí upsin er ov smáttfallandi. Vørn, Havstovan, reiðaríið Faroe Origen og trolvirkið Vónin hava í felag gjørt eina roynd at skilja smáa upsan frá við at brúka skiljirist.
Royndirnar vórðu gjørdar við Heyki og Falki í apríl og mai, og úrslitini løgd fram á Fiskivinnutinginum. Royndirnar vísa, at við ristini ber til at skilja heili 60 prosent av smáa upsanum frá. Smái upsin fer tí útaftur, meðan bara stóri upsin fer í trolið.
Úrslitini lata dyrnar upp fyri nýggjum møguleikum. Í dag eru nógvar fiskileiðir stongdar, tí ov nógvur ungfiskur er at fáa. Men við at brúka skiljirist ber til at fiska tann stóra upsan, meðan smái upsin fer útaftur og tí fær frið at veksa seg stóran og feitan.
Talan var um tveir túrar, har annað skipið fiskaði við rist, og hitt uttan rist. Roynt var inni á stongdum leiðum norðanfyri og vestanfyri.
Avreiðingarnar staðfestu, at miðalvektin á veiðuni hjá tí skipinum, sum fiskaði við rist, er 215 gram hægri, sammett við fiskiskap uttan rist. Tá meira fæst fyri stóran upsa enn smáan, so ávirkar skiljiristin eisini miðalprísin. Tað skipið, ið fiskaði við rist, fekk í meðal 53 oyru meira fyri kilo, samanborið við skipið, sum ikki fiskaði við rist.
Kristian Zachariassen, leiðari á menningardeildini hjá Vónini, legði úrslitið av royndini fram á Fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum.
- Man klárar ongantíð at fiska alt reint, men skiljiristin ger sera góðan mun, staðfestir Kristian Zachariassen.