- Vit eru nógv meiri effektivari, tá vit hava brúka hesa nýggju skiljiristina.
- Nú kunnu vit arbeiða munandi skjótari, men við minni fólki, sigur Heri Henriksen, sum er 1. stýrimaður umborð á verksmiðjutrolaranum Atlantic Navigator.
Saman við øðrum monnum, sum hava gjørt royndir við skiljiristini, var Heri somuleiðis við á samkomuni í gjár, tá kunnað varð um nýggja amboðið í fiskivinnuni.
Á fundinum varð lagt fram um arbeiðið við at menna hesa ristina, eins og greitt varð frá teimum møguleikum sum liggja í fiskiskapi við eini tílíkari rist.
Á samkomuni var sjálvandi eisini Kristian Zachariassen
Við rist og myndatóli
Sum stýrimaður umborð á hesum nýggja og væl útgjørda trolara okkara, hevur Heri stóran áhuga fyri menningini innan alt tað, sum hevur við fiskivinnu og serliga svartkjaft at gera.
Fyri tveimum árum síðani hoyrdist, at menn vóru farnir undir at gera royndir við eini skiljirist umborð á Christiani í Grótinum.
Hesar royndirnar við eini stálrist góvu ikki tað ynskta úrslitið, men í fjør sá út til at teir vóru komnir á rætta leið í hesum spennandi arbeiðinum.
Í september mánaði í fjør varð henda nýggja skiljiristin roynd umborð á Nærabergi, har eisini Christian Zachariassen sjálvur var við í einar tríggjar vikur.
Við sær høvdu teir eisini eitt myndatól, sum varð fest í trolið. Á henda hátt kundu teir síggja, hvussu ristin virkaði og høvdu samstundis møguleikan at gera tær broytingarnar og tillagingarnar, sum vóru neyðugar.
- Eftir hetta royndu vit í eina heilan mánað við hesi ristini. Og tá riggaði hon bara væl.
- Úrslitið er so tað, sum vit eru komnir til í dag, sigur Heri Henriksen.
Effektivari
Í dag er støðan hon, at Atlantic Navigator er einasti framleiðslutrolarin í føroyska flotanum.
Fyri maningina umborð á Navigator hevur hetta verið til stóra nyttu og hevur lætt munandi um arbeiðið á verksmiðjuni.
Hendi tað, at teir fingu nógvan upsa í einum háli, var neyðugt hjá teimum at hava fólk standandi til at taka upsan burturúr.
- Hetta sleppa vit undan í dag. Nú kunnu vit so brúka hesi fólkini á øðrum støðum í arbeiðsgongdini, sigur Heri.
Av hesi orsøk er arbeiðið umborð eisini vorðið meiri effektivt.
Átti at verðið krav
Nýggja skiljiristin hjá Kristiani er ein slóðbrótandi uppfinning innan fiskivinnuna. Vónin er tí sjálvandi, at hon fer at verða nógv nýtt umborð á skipunum.
Í løtuni er støðan hon, at tað er ikki eitt krav at føroysk skip skulu hava eina slíka í trolinum. Í Íslandi er hetta hinvegin kravt.
Seinastu tíðina hevur Navigator roynt í írskum sjógvi, og har er ikki neyðugt at brúka hesa skiljiristina.
Men tað verður tað uttan iva um ikki so langa tíð.
- Tá vit koma norður í kantin av Munkragrunninum og í Bankarennuna tá átti at verið eitt avgjørt krav at brúkt skiljirist, sigur Heri.
Eisini nótabátar
Fyri 1. stýrimannin umborð á Navigator og helst aðrar við er tað eitt ynski at fleiri fara at brúka ristina, og at hon verður kravd.
- Vit ynskja sjálvandi at hetta verður gjørt. Orsøkin til tað er tann einfalda, at vit royna eftir svartkjafti.
- Og skal eg siga fyri okkum, so hava vit bara góðar royndir av hesi ristini. Vit hava so ikki mist nakran svartkjaft. Heldur hinvegin, sigur Heri.
Tað vísir seg, at er ov nógvur upsi í trolinum so hvørvur svartkjafturin ella gerst heldur styggur.
- Serliga neyðugt er at brúka ristina ta tíðina, tá hann nærkast botninum, er ein noyddur at hava hana.
- Eg havi eisini skilt á øðrum, m.a. monnum við nótabátum, at teir hava einki ímóti hesi ristini. Heldur øvugt, sigur Heri Henriksen
Burtur við hjáveiðuni
Óynskt hjáveiða av toski og upsa í svartkjaftafiskiskapinum hevur seinnu árini til tíðir verið ein trupulleiki hjá skipunum, sum fiska svartkjaft við flótitroli.
Serliga er hjáveiðan at fáa í føroyskum og íslendskum øki. Longur suðuri, m.a. vestan fyri Írland og í altjóða sjógvi er veiðan so at siga bara svartkjaftur.
Samlaða veiðan av svartkjafti í føroyskum øki var 435.000 tons í 2004. Føroyska veiðan í 2004 var íalt 317.000 tons.
Kanningar hjá fiskirannsóknarstovuni vísa, at hjáveiðan av upsa í føroyskum øki í november-desember er 3,2%, millum 0 og 20%. Í mai-juni var hjáveiðan í føroyskum øki 2,2%, millum 0,6 og 14,9%.
Aðrar kanningar í Íslandi og Føroyum vísa, at hjáveiðan av upsa í føroyskum øki í miðal er um 1%. Av toski var hjáveiðan minni. Í íslendskum øki er hjáveiðan av upsa og toski størri enn í føroyskum øki.
Fyri at sleppa undan hesari hjáveiðuni vóru royndir gjørdar í 2004 og 2005 við at hava skiljirist í trolinum fyri at skilja upsan og toskin út úr trolinum og fáa svartkjaftin í trolposan. Hesar royndir hava eydnast væl.
Við at nýta rist verður so gott sum allur upsin og toskurin skildur út úr trolinum. Lítið og einki av svartkjafti fer út saman við.
Royndirrnar í føroyskum og íslendskum øki við skiljirist í svartkjaftatroli vísa, at við rist í trolinum kann sleppast av við 95% av tí óynsktu hjáveiðuni uttanat missa meira enn uml. 1% av svartkjafti út saman við.
Kelda: Fiskirannsóknarstovan
Góð royndarúrslit
Royndirnar við skiljiristini vísa, at tað ber væl til at hava rist í svartkjaftatroli. Sleppast kann av við uml. 95% av óynsktu hjáveiðuni og bert missa uml. 1% av svartkjaftinum.
Trý ymisk sløg av ristum eru roynd úr stáli, plastikki og Flexigrid. Hjá skipum, sum hava stutt troldekk er Flexigrid tann best egnaða, tí hon fellur saman tá hálað verður.
Tvær støddir av ristum eru royndar 3,6 x 1,6 m. og 3,6 x 2,0 m. Skiparum dáma best ta størru ristina, tí teir meta at hon sílar betur, um fiskiskapurin er heilt góður.
Hallið á ristunum sum eru royndar hevur verið millum 45 og 60 stig, tá tær eru ísettar. Eingin hallmátari varð nýttur undir royndunum, si ikki ber til at siga, hvat hallið á ristunum er undir fiskiskapi. Í Íslandi nýttu teir 45 stiga hall, tá teir gjørdu teirra royndir, og tað vísir seg eisini at rigga har.
Royndir eru gjørdar við 50 mm og 60 mm millum rimarnar, og bæði rigga væl. Tó eigur minni av toski og upsa at fara ígjøgnum eina rist, sum hevur 50 mm millum rimarnar.
Í Íslandi skulu skip nýta 55 mm millum rimarnar og tað er eisini passandi hjá okkum. Ein annar fyrimunur við at nýta somu fjarstøðu millum rimarnar sum í Íslandi er, at so sleppa skip frá at hava fleiri ristir umborð ísenn, tí ofta verður fiskað bæði í íslendskum og føroyskum øki sama túr.
Kelda: Fiskirannsóknarstovan
FAKTA
Virðisløn fyri umhvørvisvinarligan reiðskap
Hósdagin 11 mai fekk Kristian Zachariassen handaðan "Runner up prize" frá World Wildlife Fund" fyri arbeiðið, hann hevur gjørt, fyri at fáa Flexi Ristina at rigga. Handanin fór fram á fiskivinnustevnuni í Bruxelles í Belgien.
Ristin skilir óynskta hjáveiðu av toski og upsa frá, tá trolað verður eftir svartkjafti. Arbeiðið er gjørt í samstarvi við P/F Vónina, Næraberg, Christian í Grótinum og felagið Nótaskip. Svartkjaftaskipini og Fiskivinnuroyndir hava fíggjað arbeiðið.
Ikki kravt enn
Hóast allir partar eru samdir um, at skiljiristin er eitt sera hent amboð, er hetta enn ikki eitt krav umborð á føroyskum skipum.
Tað er neyvan nakar trupulleiki at fáa skipini at brúka hesa ristina, tí tey sjálvi ynskja tað. Men so leingi tað ikki er eitt lógarkrav, verða tað bara ávísir trolarar sum fara at brúka hesa.
Hví hetta ikki enn er vorðið eitt krav hjá okkum er ein politiskur spurningur. Í Íslandi hevur tað verið krav í fleiri ár.
Hugsandi er, at eitt slíkt krav kann ávirka samráðingar okkara við russar negativan veg! tá talan er um fiskirættindi í Barentshavinum.
Fyrispurningar úr útheimi
Tað gingu ikki nógvir dagar frá tí, at Kristian Zachariassen hevði fingið virðisløn sína, fyrrenn telefonin byrjaði at kima hjá Vónini í Fuglafirði.
Stutt undan framløguni fyrrapartin í gjár fekk Vónin enn ein fyrispurning um luttøku á eini fiskivinnuframsýning í Norðurnoregi. Eisini úr USA er áhugi fyri skiljiristini.
Lítil ivi man vera um, at henda skiljiristin fer at hava stóran áhuga hjá reiðarum og dekkarunum kring allan heimin.
Vónin hevur fingið patent uppá hesa. Nú er so bert spurningurin, um teir fáa møguleika at fara undir stórframleiðslu av hesi skiljiristini.
Tætt samstarv
Høvdu skipari og manning umborð á Christiani í Grótinum og Nærabergi, umframt arbeiðsfólkið á Vónini ikki havt so stóran áhuga í royndunum við skiljiristini, var henda ætlanin neyvan komin so væl ávegis sum hon er tað í dag.
Fleiri ristir og nógvar broytingar eru gjørdar við ymiskum ristum, umframt arbeiðið at seta myndatólið á og av trolinum.
Uttan gott samstarv við Vónina, svartkjaftaskipini og Fiskimálaráðið var henda ætlanin ikki vorðin veruleiki. Vónin og svartkjaftaskipini fíggjað helvtina av verkætlanini og játtanin Varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota fíggjaði hina helvtina.
Eitt gott íkast
- Henda uppfinningin kann gerast eitt týdningarmikið íkast í arbeiðinum at endurbyggja europeiskar fiskastovnar.
Hetta sigur norski havumhvørvisráðgevin, Maren Esmark í norsku deildini av WWF við blaðið Fiskaren.
Óynskt hjáveiða er ein týdningarmikil hóttan móti stovninum av nógvum stovnum. Handilsligir fiskiveiðuhættir gera at milliónir av tonsum av fiski og í hundraðtúsundatali av t.d. sjófugli, havsúgdjórum og havskjaldbøkum missa lívið uttan orsøk.
Undir fiskiskapi eftir svartkjafti sum er størsti fiskiskapurin í europa er hjáveiða av toski ein serliga stórur trupulleiki.