Skiljirist kann skapa nýggjar veiðimøguleikar

- Nú verður tað upp til landsstýrismannin og fiskifrøðiligu ráðgevingina at meta um, hvørt royndarveiða í størri mun skal loyvast í stongdum økjum, sigur Elmar Højgaard.

Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at tað loysir seg altíð hjá ísfiskatrolarum, sum fáa ov nógv av smáupsa, at boða eftirlitinum frá samsvarandi galdandi reglum.

 

-  Tað er ikki ólógligt at fiska og landa upsa, sum er smærri enn 55 sentimetrar, men tað er brot á fiskiveiðireglurnar, um skipini eftir hvørt hál sær ikki boða eftirlitinum frá, tá 30% ella meira av talinum av fiski ikki røkkur mát.

 

Hann sigur, at trupulleikarnir við smáum upsa ikki hava verið so stórir í ár, sum eitt nú í fjør, tá Fiskiveiðieftirlitið fleiri ferðir lýsti bráðfeingisfriðingar í 14 dagar í senn.

 

- Tað er heldur ikki soleiðis, at vit lýsa bráðfeingisveiðibann, hvørja ferð prosentparturin fer um hetta mark, men vit fylgja neyvt gongdini, og gerst trupulleikin ov stórur, verður lýst veiðibann í 14 dagar.

 

Leiðarin sigur, at tað er munur á, tá nøgdin av smáum upsa fer beint yvir hámarkið - og tá talan er um stórar og afturvendandi nøgdir, sum ikki røkka mát.

 

- Vit royna ikki at vera ólagaligir og ei heldur at leypa fram av, nú so nógvar leiðir á landgrunninum frammanundan eru stongdar fyri trolveiði, sigur hann.

 

Leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum hevur annars onga almenna meining um, hvørt tað kanska hevði verið betri fyri landgrunnin og fiskastovnarnar, um skipini í tíðarskeiðum sluppu inn í stongdu leiðirnar at fiska.

 

- Eg havi ikki førleikan at meta um, hvørt tað kanska hevði tænt fiskastovnunum, um botnurin av og á var ”veltur” eitt sindur - í mun til, at hann í løtuni ikki verður nortin við troli.

 

Elmar hevur annars fylgt við teimum royndum, sum eru gjørdar eftir upsa við skiljirist í trolinum, og hann heldur, at royndirnar eru áhugaverdar, og at hesar kanska kunnu lata upp fyri nýggjum veiðimøguleikum á landgrunninum.

 

Royndirnar við skiljirist við partrolarunum Heyki og Falki vístu nevniliga, at tað ber til at skilja umleið 60% av smáa upsanum livandi úr trolinum.

 

- Nú verður tað upp til landsstýrismannin í fiskivinnumálum og fiskifrøðiligu ráðgevingina at meta um, hvørt royndarveiða í størri mun kann loyvast í stongdum økjum, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum.