Skilji væl at toftafólk eru vónbrotin

Hoyr Jóan Símun Edmundsson greiða frá, hví hann valdi AB

Um vikuskiftið fall avgerðin um fótbóltsframtíðina hjá Jóan Símun Edmundsson. Toftamaðurin, sum hevur spælt uttanlands seinnu árini, skal nú spæla fyri AB á Argjum.

Jóan Símun hevur annars vant við barndómsfelagnum B68 seinastu vikurnar og hevur eisini spælt venjingardystir við teimum. Samband var við okkurt útlendskt felag um sáttmála eisini, men nú verður Jóan Símun AB-spælari.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jóan Símun greiða frá, hví hann valdi AB, og hví valið ikki fall á B68.