Skiljið Mentamálaráðið sundur!

Til lukku Eyðun Johannesen

Fyrst vil eg nýta høvið at ynskja slóðbrótaranum Eyðuni Johannesen hjartaliga til lukku við sjeyti ára føðingardegnum. Fáur mann vera, sum Eyðun, ið hevur ment listina so dyggiliga sum hann. Eyðun hevur verið við til at menna listina sum eitt yrki, og hevur verið fyrimyndin hjá nógvum, ið vilja liva av at skapa og útinna list á yrkislistarligum støði.

Eg eri so rørandi samdur við Eyðuni, tá ið hann sigur, at okkum mangla rithøvundar, ið tora at skriva leikrit. Vit eru kanska eitt sindur konservativir, men orsøkin til, at ikki so nógvir rithøvundar skriva leikrit er hon, at tað krevur, at rithøvundurin situr hugsavnaður í longri tíð. Hetta hevur hann ikki fíggjarliga orku til. Samfelagið er so lítið, og tí krevst av landinum, at hesi verða stuðlað, soleiðis, at friður er at skriva eitt verk út í eitt, og ikki verða brotin av. Vit skulu jú eisini hava pengar at liva fyri. Eftirsum, at marknaðurin er so lítil, so er tað ein landsuppgáva at høvundar fáa henda friðin, tí at eitt samfelag hevur ikki ráð at lata vera við at stuðla teimum fáu, sum veruliga kunnu tekna eina samfelagsmynd, sum onnur ikki síggja.

 

Listin – uppraðfesting neyðug

Í hesum sama Sosiali, sum føðingardagsheilsanin til slóðbrótaran Eyðun Johannesen stendur, skrivar mentamálaráðharrin, Kristina Háfoss, eina drúgva grein við yvirskriftini: “Søguliga stór framstig innan útbúgving í 2008.” Ógvuliga áhugaverd grein. Har eru nógvir glottar at hóma. Men sum yvirskriftin sigur, so eru allir glottarnir í skúlaverkinum, og tí kann yvirskriftin bara ljóða sum hon ljóðar, hóast mentamálaráðharrin skrivar eina rúgvu um mentan.

Tað er gleðiligt at skúlaverkið verður endurskoðað. Tað treingir til. Ein partsyvirskriftin ljóðar soleiðis: “Mentan – uppraðfesting alneyðug.” Ja, tað er vist, serliga um vit lesa víðari undir somu partsyvirskrift. Har stendur skrivað: “Mentan er høvuðsorsøkin til, at vit búgva her í Føroyum.” Hesum trúgvi eg ikki, tí at um mentanin var høvuðsorsøkin til, at vit liva í Føroyum, so átti hon at staðið fremst í arbeiðssetninginum hjá mentamálaráðharranum. Ofta, alt ov ofta verða list og mentan blandað saman. List er eitt og mentan er eitt annað. Listin er í mentanini, men mentan nýtist ikki at vera ein partur av listini. Vit listafólk eiga at taka í egnan barm, og syrgja fyri, at ikki kemur bland í hesi bæði, og tað, sum hevur størri týdning er, at tað eru ymisk menningarstøði í listini. Tað er munur á áhugalist og yrkislit. Vit verða noydd til at viðurkenna, at tey, sum fáast við yrkislist eru tey, sum hava brúk fyri meiri stuðuli til sítt arbeiði, enn tey, sum hava list sum hjáputur. Eg síggi í greinini, at Kristina Háfoss leggur upp til, at Mentanargrunnur Landsins skal “umskipast til at fevna breiðari.” Tað er ikki tað, sum Mentanargrunnurin skal. Tað rætta hevði verið, um Mentanargrunnurin varð gjørdur um til ein Listagrunn, ið stuðlaði listaverkætlanum, sum hava eina ávísa listarliga dygd. At ein slíkur listagrunnur stuðlaði listafólkum, sum veruliga vilja arbeiða sum yrkislistafólk, og sum nevndin í Listagrunninum metir veruliga skulu stuðlast. Eisini eiga yrkislistafólk at hava møguleikan at søkja starvsløn, fáa eina lønartrygt, ið kann tryggja teimum arbeiðsfrið í longri tíð og at ein virðilig upphædd verður sett av til, at nøkur listafólk kunnu koma á fíggjarlógina, og ikki við teirri óvirðiligu upphæddini, sum nú verður latin. Allar stuðulsjáttanir til list eiga at liggja í einum slíkum listagrunni. Í Føroyum og í útlondum eru nakrir fáir føroyingar, sum burturav liva av sínum listarliga arbeiði. Hetta eru slóðbrótararnir, ið hava sett Føroyar á heimskortið.

Vilja politikararnir arbeiða uppbyggjandi við teimum fimm álitunum, sum longu eru skrivað. Neyvan finst nakað økið í samfelagnum, sum er so mikið væl tilrættalagt sum ein lista- og mentanarpolitikkur. Um tey, ið ráða bara hyggja eftir teimum trimum seinastu álitunum á økinum: Mentan og menning, álitið um málpolitikk og visión 2015, so stendur í hesum álitum tað, sum skal til fyri at greiða úr hondum ein lista- og mentanarpolitikk, sum veruliga ger mun.

 

Skiljið Mentamálaráðið sundur!

Aftur til yvirskriftina í greinini hjá mentamálaráðharranum. Mentamálaráðið er soleiðis skrúva saman, at tað umsitur bæði skúla- og mentamál. Hetta er ógvuliga óheppið. Ein skuldi trú, at hetta hekk óloysiliga saman, men so er ikki. Nærum allir mentamálaráðharrar (undantøkini eru Tórbjørn Jacobsen og Annlis Bjarkhamar) hava tann ótrúliga eginleikan, at teir fyrst hugsa um skúlan, og tá ið teir hava ein fríløtu, hugsa teir um lista- og mentanarpolitikk. Nógvir bara hugsa og handla ikki, aðrir gera okkurt við sína tankar, men eru ógvuliga varnir at taka avgerðir, ið muna. Tað hevði tí verið ógvuliga passandi, um hetta ráðið, ið arbeiðir við skúla og mentan varð býtt sundur, soleiðis, at vit fingu eitt menta- og listamálaráð og eitt skúlaráð. Hitt tykist ikki at rigga.

Ongantíð áður hevur listin verið so sjónlig, sum til hetta valið. Vit vónaðu at okkurt fór at henda. Men onki hendi, hóast føgur orð. Fólk eru farin til verka, (sí greinina hjá Hugini Eide í sama Sosiali) og arbeiða við verkætlanum, tí at tey roknaðu við at pengar vórðu settir av til hetta. Men so varð ikki. Hetta er at halda fólk fyri turra spott. Um politikarar hava nakra sum helst virðing fyri sínum politiska starvi, so eiga teir at fara til verka (ikki bara ætla) við høvuðsorsøkini til at vit velja at liva í Føroyum – nemliga, at virka soleiðis, at tey skapandi og útinnandi listafólkini verða vird sum ein samfelagsbólkur, ið hevur sama tørv sum onnur í samfelagnum.