Skilji ikki atfinningarnar

- Okkara hugburður til vinnuna er ikki broyttur serliga nógv seinnu árini. Vit halda, at tað er sera týdningarmikið, at fiskivinnan hevur trygg rættindir og kunnu tilrættaleggja sínar íløgur. Tað hevur verið okkara holdningur í nógv ár. Tí skilji eg ikki kritikkin.

 

Tað sigur Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, um lesarabrævið hjá Meinhardi Jacobsen.

 

Les eisini: Viðmerking til Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Bergur Poulsen sigur, at arbeiðsgevarafelagði er ikki ímóti kapping, men teir eru bangnir fyri, at uppboðssølan er ein forðing fyri kapping og setur serliga pelagisku vinnuna í vanda.

 

Hoyr samrøðu við Berg Poulsen við at trýsta á pílin undir myndini.