Í nakrar dagar hevur verið grivið á horninum Fjósabrekka/ Biskupsstøðgøta í Klaksvík. Arbeiðið verður gjørt fyri at skilja regnvatnið frá kloakkvatninum.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at regnvatnið saman við kloakkvatninum rennur eftir Garðavegnum og í reinsiverkið á Nólsoyar Pálsgøtu.
- Nú eru hesi rør skild sundur í samband við dagføring av kloakkleiðingunum, soleiðis at kloakkin fer eftir Garðavegnum, oman eftir Fjósabrekku, suður eftir Jørðundsgøtu, oman eftir Marknavegi og oman til reinsoverkið á Biskupstøð.
Lagt verður aftrat, at regnvatnið frá Garðavegnum og Fjósabrekku verður veitt í ánna, sum rennur út á sjógv norðan fyri Bakkahjallarnar.