Vinna
Á Eiði arbeiða eini seks fólk á skilji-og pakkivirkinum, sum verður rópt Bátafiskur. Ognarviðurskiftini á Eiði eru býtt upp í tríggjar triðingar, har størru útróðrarbátarnir eiga ein triðing, smærru útróðrarbátarnir ein triðing, og síðan eigur Rainbow Seafood seinasta triðingin.
Tað er serliga hýsa, sum útróðrarbátarnir fiska, ið verður skild, pakkað og útflutt. Hinvegin fer toskurin, sum kemur upp á land á Eiði, oftast til onnur virki í landinum til virkingar.
Tað eru í flestu førum útróðrarbátar, sum selja og leggja veiðina upp á Eiði, men Bátafiskur keypir onkuntíð eisini fisk frá størri bátum, ið hava gjørt stuttar túrar. Haraftrat keypir felagið fisk á uppboðssølu, sum verður skildur og pakkaður á virkinum á Eiði.
Arbeiðsformaður er Rúni Festirstein, og bókhaldari er Asbjørn Djurhuus.
Sum skilst, hevur virksemið á Eiði riggað væl, men í ár hevur verið lítil fiskur í mun til undanfarnu árini.
Hampiliga fitt var at gera, meðan norðhavsróðurin var, men síðan apríl hevur verið meira deydligt.
Bátafiskur á Eiði skilir og pakkar eini 2.500 tons av ráfiski um árið, men higartil í ár eru nøgdirnar eini 300 tons minni enn undanfarnu ár.
Pakki og skiljivirkið á Eiði liggur væl fyri hjá monnum, ið reka útróður.
Meðan seks fólk arbeiða á virkinum á Eiði, eru eini 20 fólk til arbeiðis hjá Greipuni í Oyndarfirði.










