Edmund Joensen, formaður í landsstýrismálanevndini, dugir ikki at síggja ítøkilig dømi um, at aðrir landsstýrismenn eru slopnir ov lætt, nú Signar á Brúnni mátti siga landsstýrissessin frá sær.
-Málið við Signari á Brúnni var í landsstýrismálanevndini seinasta heyst.Hetta er eitt ev teimum málum, har ein útreiðsla er hildin og játtan ikki fyriliggur. Tað er so greitt. Eftir starvsskipanini, skal tað sendast beinleiðis til løgtingsgrannskoðararnar, tað er púra greitt, sigur Edmund Joensen.
- Tað serliga við málinum er, at landsstýrismaðurin fyrst hevur verið í fíggjarnevndini og fingið avslag. Fíggjarnevndin biður hann senda málið til løgtingið. Hetta ger hann ikki, fyrr enn hann langt síðani hevur útgoldið peningin úr peningarenslinum. Tá ger hann bevíst ímóti skipanini og veit, at játtan fyriliggur ikki, metir Edmund Joensen.
Tað er einki í tínum hugaheimi sum sigur, at tá Signar er rokin, so áttu onnur eisini at farið?
- Eg kann ikki peika nakran út, men vit síggja á landsroknskapinum, at farið er um mark og tað eigur ikki at henda. Men um eykajáttan fyriliggur, so er tað lógligt og tað má skiljast ímillum, metir Edmund Joensen.
Tað eru nógv onnur mál. Lat okkum nevna Helenu Dam á Neystabø og sjúkrahúsleiðaran ella landstýrið og leigumálið við Fiskimálastýrið, hvussu við tí?
- Nú má skiljast ímillum politikk og lógarbrot. Landsstýrismálanevndin hevur bert at gera við, um framd eru lógarbrot. Um landstýrið t.d. semist um at leiga ov dýrt, kann nevndin einki gera við. Borgarin má velja politikarar, ið føra skilagóðan politikk, sigur Edmund Joensen.
- Øll byrjan er trupul, men eftir at stýrisskipanarlógin og landsstýrisábyrgdin kom í 1996, er so nógv broytt.Men nú eru ongar umberingar longur. Vit eru komin í nýggja skipan og tað má fáa fylgjur, tá brot eru sjónlig.Tað má strammast upp. Annars skapar ein skeiva siðvenju, sigur Edmund Joensen, ið spentur bíðar eftir viðgerðini í tinginum týsdagin, har landsroknskapurin og onnur slík viðurskifti koma fyri.
- Tað verður spennandi at fylgja við, kanska kemur ymiskt undan kavi, sigur Edmund Joensen.