Eg skilji ikki spurningin!
Soleiðis svaraði Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, tá hann varð spurdur, hví neyðugt var hjá Vágs býráð í skundi at játta 600.000 krónur til langhylin.
Fyrihildin, at landið jú hevur játtað fýra milliónir krónur til hylin, og hví iki varð trekt upp á hesar pengarnar, svaraði borgarstjórin, at langhylurin kostaði mangt slíkt.
Tað er nógv meiri peningur, enn landið hevur játtað, ið skulu til, sigur Dennis Holm.
Tað er flestum kunnugt, at SEV umhugsar framtíðar orkuveiting til Suðuroyar, og valið stendur í løtuni millum ein kaðal ella at byggja elverkið í Vági út. Men tað hevur onga ávirkan á ætlanirnar hjá stigtakarunum fyri langhyl - ella fyri borgarstjóran.
- SEV hevur hundraðtals ætlanir, og verri enn so allar verða førdar út í lívið, so tað er ikki nakað vit kunnu ganga og konkludera við, sigur Dennis Holm.
Hetta hóast øll verkætlanin er grundløgd á ta staðfesting, at allur avlopshitin frá elverkinum í Vági fer til spillis, og tí kundi hita langhylin upp ókeypis.
- Vísir tað seg, at eingin avlopshiti fæst frá SEV, seta vit bara eina vindmyllu upp, sigur Dennis Holm.
Dennis Holm upplýsir annars, at hann ikki var til staðar, tá Vágs býráð viðgjørdi eykajáttannina til langhylin.