Skilir ikki mannagongdina

Sigfríður Clementsen ásannar, at hann ikki bar seg rætt at eftir dystin móti HB. Men hann undrast á mannagongdina, sum Kappingarnevndin nú hevur stungið út

Fótbóltur

 Tað er eingin ivi um, at eg bar meg skeivt at. Eg lat meg provokera av Lassanum, og eg skal nokk eisini taka við revsingini, sum fylgir við hesum. Og fái eg ein dag og Alex ein, so gevur tað jú tveir tilsamans.
 Men eg havi ilt við at skilja, hvussu Kappingarnevndin kann pilka eina einstaka hending út, tá tað var somikið nógv annað, sum eisini gekk fyri seg. Bæði undir og eftir dystin.
Soleiðis segði Sigfríður Clementsen, tá hann fríggjadagin fekk at vita, at hann ikki slapp at sita á beinkinum, tá lið hansara sunnudagin skuldi spæla toppdyst móti EB/Streymi sunnudagin.
Við hesum sipar hann eisini til, at hetta er fyrsta ferðin, at sjónbandaupptøkur verða nýttar sum dómsgundarlag, uttan at nakað er skrivað um hendingina í dómarafrágreiðingi, sum varð latin um dystin. Ein dystur, sum fyri tað nógva var merktur av dømingini, sum gjørdist høvuðstema hjá bæði miðlum og heimasíðum eftir dystin.
- Poengið er helst, at venjarar skulu vera fyrimyndir á vøllinum. Tað er sjálvandi eitt sjónarmið, sum eg taki fult undir við. Men tað tykist, sum verður alt annað, sum hendi hendan dagin samstundis gloymt. Í øllum førum dømir sami dómari longu aftur hetta vikuskiftið, ljóðaði heldur speiskliga viðmerkingin frá B36-venjaranum.