Skilir ikki formannin

Lisbeth L. Petersen, sum var forkvinna í Sambandsflokkinum, áðrenn Kaj Leo Johannesen tók við sum formaður, bleiv kløkk, tá ið hon hoyrdi røðuna hjá løgmanni á ólavsøku.

Hon bleiv kløkk av orðunum um ríkisfelagsskapin, um málið er, at trý sjálvstøðug lond skulu verða í ríkinum.

– Eg skilji ikki, hví Kaj Leo Johannesen sigur hatta. Hann veit væl, hvat vit altíð hava lagt í hugtakið ríkisfelagsskapur. Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum hevur vart ríkisfelagsskapin, sigur Lisbeth L. Petersen.