Skulu vit nú hava tekniska útgerð í lastbilar í Føroyum, sum tryggjar, at bilførararnir fáa nokk av hvíld?
Tað er ein spurningur, Hendrik Old, landsstýrismaður í ferðslumálum, nú fer at kanna.
Djóni Nolsøe Joensen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, purdi herfyri Hendrik Old, um nøkur ætlan er um at seta reglur um hvíltíðir hjá teimum, sum koyra lastbil, í gildi í Føroyum, soleiðis sum tað er aðrastaðni.
Hann vil eisini hava at vita um nøkur ætlan er um at seta automatiskar ferðskrivarar í lastbilar sum vísa, hvussu skjótt bilurin hevur koyrt.
Sjálvur heldur Djóni Nolsøe Joensen, at verður tað ikki sett í gildi í Føroyum, kunnu vit ikki tosa um nakra null hugsjónini í ferðsluni, vit hava sett okkum fyri at røkka. Tað merkir, at Løgtingið hevur samtykt, at grundarlagið undir okkara ferðslupolitikki er, at hann skal vera so strangur, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein, í ferðluni.
Tað er ørkymlandi, og ikki sørt ótrygt, at teir, sum koyra last og buss í Føroyum kunnu koyra so leingi, sum teimum vilja, ella so leingi, sum arbeiðsgevarin vil hava teir at koyra, heldur hann.
Hendrik Old vísir á, at skjótt er veganetið til eini 90 prosent av Føroya Fólki knýtt saman, og samstundis er koyringin nógv økt.
Tí fer hann at viðgera spurningin við serkunnleikan í ferðslumálum, um vit skulu seta ferðmátarar í lastbilar og um vit skulu hava reglur um hvílitíðir.
Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin heldur, at tað er vert at umhugsa. Hann vísir á, at hetta kann vera ein trupulleiki viðhvørt, tá ið ein lastbilførari vil forvinna so nógv sum gjørligt, og tískil koyrir longri enn kanska ráðiligt er.
– Tøknin er til staðar og tí kann tað vera ein gongd leið at sett tað í gildi í Føroyum fyri at tryggja, at ongin bilførari er á vegnum, sum er so illa svøvntur, at hann er vorðin dølskur, ella er í vanda fyri at sovna við rattið.
Jørgen Niclasen heldur, at vit eiga at hugsa okkum væl um, tí tað er ein stórur spurningur, hvussu langt niður í lívið hjá fólki, vit skulu lóggeva
– Hvat verður so tað næsta, spurdi hann, skulu vit eisini hava GPS´ara á øll arbeiðsfólk fyri at vita um tey eru, har tey skulu vera, ella skulu vit hava vevmyndatól á arbeiðsplássini fyri at halda eyguni við um starvsfólk gera nakað til nyttu, spurdi hann.
Hendrik Old skilir ikki hendan cowboy-hugburðin hjá Jørgen Niclasen, tí hann heldur, at vit eiga ikki at sleppa endanum, hvat ferðslutrygd viðvíkur.
– Vit skulu ikki gloyma, at ein stórur partur av børnunum í Føroyum koyra í bussi hvønn ein einasta dag, so tað er ikki órímiligt at hava eftirlit við um bussførarin er í slíkum standi, at hann er skikkaður at koyra buss, og ikki er í vanda fyri at sovna mitt í tí heila, nevnir hann sum eitt dømi.










