Skilaloysi millum fjarða

Leygardagin fór ein bilur út av eftir skilaleysa koyring millum fjarða, og seinni var ein annar førari tikin fyri at koyra 156 km/t á sama vegastrekki. Í Havn royndi ein annar at koyra undan løgregluni

Løgreglan hevur onkuntíð havt meiri at sæð til um vikuskiftið, men hendur í favn sótu tey kortini ikki. Úr Havnini vita tey at siga um ein bilførara, sum ikki vildi steðga, tá løgreglan vildi hava hann at gera so. Tað var seinnapartin leygardagin á Skálatrøð, at bilførarin helt undan løgregluni, men við rundkoyringina við Vesturkirkjuna í Havn rendi hann á ein garð, og var standandi har.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiddi frá, at airbag’urin blástist út og at førarin, sum var ein ógvuliga drukkin maður í sekstiárunum, var heppin við at sleppa við einum bláum eyga.


Par til hendurs

Eitt annað mál, ið annars lutfalsliga tómu politirapportini, er um eitt par, ið var farið til hendurs. Sum skilst er tað ikki fyrstu ferð, at løgreglan má koma í millum teirra, og sunnunáttina var aftur galið. Kvinnan ringdi til løgregluna, sum kom á staðið og handtók mannin.


Rúsdrekkakoyring og húsaófriður

Úr Runavík verður sagt, at vikuskiftið hjá teimum var rímiliga friðarligt. Hetta hóast Eystanstevna var, og nógv fólk vitjaði á Skálafjørðinum. Sunnunáttina komu tó boð um, at onkur skuldi verið sligin niður við ítróttarhøllina, men tá løgreglan kom á staðið, var einki at síggja.

Eitt sindur av húsaófriði var eisini, har løgreglan mátti tosa fólk til sættis, og so var ein bilførari tikin við kenning. Hesin hevur áður havt koyrikort, men hevði ikki fingið tað aftur, tá hann varð tikin á Skálafjørðinum leygardagin.


Við rúkandi ferð millum Fjarða

Leygardagin um eittíðina fór ein bilur sendandi útav vegnum millum fjarða. Talan var um ung fólk, sum vóru á veg til kappróðurin í Runavík. Trý fólk vóru í bilinum, sum fór út av vegnum, og alt bendir á, at hesi høvdu koyrt kapp við ein annan bil, tá tað endaði galið hjá teimum. Hetta er í hvussu so er tað, fyribils kanningarnar hjá løgregluni siga, umframt at eygnavitni eisini vita at siga, at bilarnir yvirhálaðu hvønn annan bæði í rundkoyringini á tunnilsvegnum omanfyri Norðskála, og inni í sjálvum tunlinum.

Hóast skilaleysu koyringina, spældi tað rímiliga væl av hjá teimum ungu fólkunum. Ein genta var tó flutt á sjúkrahúsið, har tey staðfestu, at hon hevði brotið óstbeinið.

Hetta var um middagsleitið leygardagin, at bilurin fór sendandi av vegnum við nógvari ferð, og nakað seinni kom ein annar bilur fúkandi millum fjarða. Hesin helt seg tó á vegnum, men varð steðgaður av løgregluni, sum hevði mált bilin at koyra 156 km/t.