Skilaleys yvirháling helst orsøkin

Ein skilaleys yvirháling hevur í kvøld ført til, at trý fólk eru endað á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað er trupult hjá vakthavandi á løgreglustøðini í Havn at siga, hvat tað ítøkiliga var, sum hendi norðan fyri Landsfjósið í kvøld, tá tveir bilar endaðu í einum álvarsligum ferðsluóhappi við teirri avleiðing, at trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.

- Higartil hava vit skilt, at alt byrjaði við einari skilaleysari yvirháling. Tað var ein bilur, sum koyrdi suður eftir, sum yvirhálaði ein annan bil. Ein bilur, sum var mótkoyrandi, bremsaði fyri at fyribyrgja einar vanlukku - við tí úrsliti, at bilurin aftan fyri koyrdi á hin fremra.

Vakthavandi vísir á, at bilurin, sum eftir øllum at døma gjørdi skilaleysu yvirhálingina, var hin einasti av trimum sum slapp snikkaleysur - í fyrsta umfari. Sum skilst á løgregluni varð ein persónur kleimdur fastur í bilinum og mátti klippast leysur.

- Enn vita vit ikki ítøkiliga, hvussu allur samanhangurin er, og vit vita heldur ikki í løtuni, hvussu støðan hjá teimum, sum endaðu á Landssjúkrahúsinum, er, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í kvøld.