Mánanáttina vórðu tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp á Kongabrúnni í Havn.
Talan var um eitt óhapp, sum átti at henda fyrr ella seinni sum úrslit av skilaleysu koyringini, sum so ofta er at síggja í Havnargøtum um næturnar. Eygnavitni, sum Sosialurin tosaði við, ivaðust ikki í, at talan var um kappkoyring. Tveir bilar komu við nógvari ferð eftir Havnargøtu, fram við »Røntgeni« heim móti Café Nátúr. Annar bilurin fer niðan eftir Kopargøtu, sum er gøtan aftan fyri Café Nátúr. Hini bilurin fer niðan eftir Áarvegnum framman fyri Café Nátúr - har vegurin er einsrættaðar omanaeftir - og har stoytir hann frontalt saman við ein mótkoyrandi bil.
Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at rúsdrekka ikki var uppi og vakthavandi kundi ikki vátta ella avsanna, um talan var um kappkoyring. Men hann segði tó, at teir kenna til trupulleikan júst á hesum vegastrekkinum.
Materielli skaðin var stórur, báðir bilarnir fóru illa og vórðu sleipaðir burtur.