Skilagott at keypa partabrøv í Atlantic Airways

Kaupthing Banki mælir fólki til at ogna sær partabrøv í føroyska flogfelagnum Bankin vísir á, at Atlantsflog hevur havt eitt javnt batnandi úrslit síðani 1995. Við støði í úrslitinum fyri 2005, sum var 59 mió. krónur áðrenn avskrivingar, verður marknaðarvirðið á Atlantic Airways mett til stívliga 300 miljónir krónur.

Fyrra hálvár í ár hevði flogfelagið 32 mió. krónur í avlopi áðrenn avskrivingar, og Kaupthing Banki væntar, at úrslitið fyri árið verður betur enn úrslitið í 2005, sum er tað besta hjá felagnum higartil.

33 prosent av partabrøvunum í Atlantic Airways eru lýst til sølu, og sølan byrjar í morgin. Kursurin verður millum 242 og 261.