Undanfarna samgonga broytti lógina um Landsbankan soleiðis, at Búskaparráðið nú er nevndin í Landsbanka Føroya.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldið, hevur spurt Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum hvørja hugsan hon hevur til broytingina, sum undanfarna samgonga framdi í 2021.
Hann spyr eisini, um landsstýriskvinnan hevur nakrar ætlanir um at varðveita verandi skipan ella møguliga at broyta hana.
Tað spyr løgtingsmaðurin um í einum grein 52 spurningi til landsstýriskvinnuna.
Ruth Vang vísir á í svari sínum, at Landsbankin nú hevur virkað í áleið tvey ár eftir nýggja leistinum, sum undanfarna landsstýrið legði fram.
– Nógvar atfinningar vóru í sambandi við broytingina tá. Málið er tó ikki viðgjørt í landsstýrinum enn. Sæð í ljósinum av atfinningunum, sum vóru, tá broytingin varð framd, haldi eg, at tað hevði verið skilagott at eftirmett skipanina, sigur landsstýriskvinnan.
Hon vísir eisini á, at ein atfinning, sum var í sambandi við broytingina hjá undanfarna landsstýri var, at tað var óheppið, at nevndin fyri Landsbankan og Búskaparráðið skuldi vera sama nevnd, tí uppgávurnar vóru ymiskar og kundu í summum førum vera í stríð við hvørja aðra, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í stutta svarinum til løgtingsmannin.











