-Eg var ótrúliga fegin um filmin. Hetta var ein sera góður filmur. Nú havi eg lisið bókina fleiri ferðir og má siga, at hóast ein ikki fekk alt við, so vóru her nógvar detaljur, sum eg var sera fegin um. Leikararnir gjørdu sítt ítarsta. Harra Pól skaraði framúr og var útrúliga góður, og Barbara gjørdi tað helst eisini, men av tí at tað vóru settar so stórar vónir til hana, so var ringt heilt at liva upp til tær. Filmurin var annars meira hummoristiskur, enn eg hevði roknað við sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í mentamálum, sum var vertur til stóru sam-komuna í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið, tá filmurin Barbara varð vístur fyrstu ferð. Landsstýrismaðurin heldur, at filmurin gevur eina góða mynd av okkum og tí valdi, sum embætisvaldið hevði tá í tíðini. Hann ger ikki gjøldur burtur úr føroyingum.
Sámal Petur í Grund viðgongur, at hann hevði væntað at sæð nakað meira av náttúrumyndunum í filminum, hóast tær, sum vóru, vóru sera góðar. Men samtíðis haldi hann, at útlendingar helst fara at síggja filmin eitt sindur øðrvísi enn vit føroyingar, sum jú kenna landið og søguna.
Landsstýrið hevur eisini verið við í hesum stóra filmstiltakinum eitt nú við at stuðla Ferðamannaráðnum í teimum tiltøkum og fyrireikingum tað hevur gjørt. Haraftrat hevur landsstýrið lagt bygningarnar til í Tinganesi.
Menna ferðavinnu
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er eitt gott mál við filminum at menna ferðavinnuna. Fólk, sum síggja filmin, vilja heilt givið síggja veruligu Føroyar, tí hóast tíðin og fólkini í dag eru nøkur onnur enn í tíðini tá Barbara livdi, so er landið kortini tað sama. Tey, sum fáa tokka til filmin, fara at vera fegin um at kunna uppliva landið, har Barbara búði.
Ein spurningur, sum náttúrliga vil taka seg upp í kjalarvørrinum á Barbarafilminum og einum øktum ferðafólkastreymi er tørvurin á gistingarhúsum. Sum er eru gistingarhúsini á tremur um summarið.
Byggið hotell í Havn
Sámal Petur í Grund dugir væl at síggja hetta sum ein trupulleika, og tí heldur hann tað eisini vera eitt gott hugskot at byggja nýggj hotel í landinum. Í løtuni liggja umsóknir til tvey hotell í býráðnum í Havn, og Sámal Petur í Grund vónar, at tað kemur okkurt ítøkiligt burtur úr hesi ætlan, tí bæði oljuvinna og ferðavinna fara at økja um tørvin á gistingarplássum serstakliga um summarið.
Í summarmánaðunum er í hvussu er tørvur á einum hotelli aftrat fyri at nøkta eftirspurningin frá ferðafólki, og tá so oljuvinnan kemur í gongd, verður hesin tørvur alt árið. Tað er tí gott at kunna vera uppá forkant eisini heldur landsstýrismaður, sum fegin sær, at hotellbygging fer í gongd í Havn sum skjótast.