Skilagóð »VOX POPULI« frá Robert Mærsk

Av donskum skipi ljóðar ein djørv føroysk rødd,
hvøll og stimbrandi sum eggjandi gjallarhorn

Skilamaðurin Finnur Hansen hevur ein stuttan, men vælorðaðan greinastubba í Sosialinum síðsta hósdag, har hann heilt einfalt vísir á, hvat ið er tann rætta adressan, tá ið man skal fara at leita eftir syndabukkum í tí sociala ódnarveðrinum.
Tað sociala omanlopið er nú farið at gera so nógv um seg, at sjálvt miðlamenn hava varnast tað. Men hvat gera so hesir undarligu mikrofondreingir?
Geva teir tí unga veljaranum eina djarva søguliga analysu av støðuni? Fær tann forvitni TV-hyggjarin gongdina uppstrikaða, siðani tað fjaðursára og fantasileysa liðið av loysingum slapp at ræna úr tí sociala gullnáminum, sum Petur Mohr Dam saman við Jens Otto Krag bygdi tað føroyska vælferðarsamfelagið við fyrst í 60’unum?
Nei, nei, als ikki .. tað er jú fulkomuligt tabu at fordøma ella forhoyra teir sonnu socialu (og nationalu) »brotsmenninar« í Føroyum! Teir eru friðaðir fyri naskar journalist-spurningar alt árið!
Men okkurt má gerast, tá ið hesir hjálparloysingar skulu peiggja við mikrofonini! Hvat ger man so? Jú, man loypir á núverandi socialministaran, sum hevur arvað tað sociala trotabúgvið aftan á loysibløkurnar. Tann sociala frúgvin, Rósa Samuelsen hevur reelt fingið eina bundna uppgávu frá teimum fullveldisdólgunum, sum fyri sjey árum síðani vágaðu sær at ræna blokkin hjá Petur Mohr Dam – tann sociala blokkin, sum legði sterkar lunnar undir tað føroyska vælferðarsamfelagið.
Níðingsgerðin hjá loysingum var einki minni enn fíggjarlig og social terrorisma! Ta socialu rokningina mugu fólk betala NÚ! Politiskt átti rokningin langt síðani at verið send teimum politiskt insolventu tjóðveldis-óvitunum!
Teir ábyrgdarloysingar, sum í síni tíð fóru at gera seg inn á blokkin, áttu at skamma seg, og tað hevði klætt teimum at erkent síni mistøk, gingið eyðmjúkir og øskuklæddir á odda fyri at bøta um tann sociala skaðan, teir eru sekir í.
Men er nakað sjálverkennilsi at hoyra ella síggja, nei tvørturímóti! Í staðin fyri eru politikarar farnir at jagstra tann einasta føroyingin, sum hevur víst nakað format í hesi krepputíð, nevniliga Edmund Joensen. Hetta er sanniliga at rætta bakara fyri smið! Solidaritetur millum Danmark og Føroyar var hjartamálið hjá Petur Mohr Dam – og bara við solidariteti kann tann sociali skaðin sanerast. Tað er nógv fyri, at bara ein sambandspolitikari tykist forstanda tað í dag. P. M. Dam hevdi í dag vamlast við sín egna flokk. Tað er ein social tragedia!
Finnur Hansen skal ikki rokna vid at fáa nakad kvalificerad svar uppá sín álvarliga spurning!
Vinarliga og gott nýggjár!