Óskil við tablettum

Á donskum ellis- og røktarheimum hava starvsfólkini ilt við at halda skil á tablettunum hjá búfólkunum Ein eftirlitskanning hjá teimum donsku embætislæknunum vísir, at tað gongst illa hjá teimum donsku ellis- og røktarheimunum at halda skil á, hvørjar tablettir fólk skulu hava, og nær tey skulu hava tær.

Kanningarnar hjá embætislæknunum avdúkaðu, at umleið helmingurin av ellis- og røktarheimunum høvdu trupulleikar við tablettunum.

Anne Mette Dons, yvirlækni í Heilsustýrinum, sigur við TV2, at málið er sera álvarssamt, tí í versta føri kann óskil við tablettunum kosta mannalív, sigur hon.