Skil skal fáast á spælið

Í Runavík eru teir væl nøgdir við hugburðin hjá NSÍ liðnum, men teir halda avgjørt, at møguleiki er fyri betri leikligum avriki

Full úrtøka á Sandi og nú tveir heimadystir. Tað kann ikki útilokast, at NSÍ eftir trý umfør framvegis fer at hava fulla úrtøku, men møguleikin fyri stigamissi ímóti B36 og Skála á heimavølli er eisini sannlíkur.
Leikliga avrikið í 1-0 sigrinum á Sandi var einki at rópa hurrá fyri. Í NSÍ eru teir tó sera fegnir um hugburðin, sum varð sýndur, og sum í síðsta enda var viðvirkandi til, at tað í yvirtíðini eydnaðist at skora sigursmálið.
Tað tekur sína tíð at samanspæla lið við so nógvum nýggjum monnum, men í NSÍ siga teir seg rokna við, at spælið fer at batna. At hugburðurin verður varðveittur er sera týdningarmikið.
Allir teir somu NSÍ spælararnir eru tøkir undan heimadystunum Skírisdag ímóti B36 og 2. páskadag ímóti Skála, sum vóru í ferðalagnum á Sandi. Tá var Bogi Løkin allar 90 minuttirnar á beinkinum, tí hann var ikki komin seg heilt eftir skaða. Bogi hevur vant í hesi vikuni, men tað kann væl hugsast, at hann aftur verður á beinkinum – í hvussu so er ímóti B36.
Pól Thorsteinsson er framvegis burturstaddur, og veteranurin verður tískil ikki í NSÍ miðverjuni í morgin.
Í fjør eydnaðist tað ongantíð NSÍ at fáa fulla úrtøku burturúr ímóti B36. NSÍ var tvær ferðir í Gundadali. Burturúr teimum báðum vitjanunum fekk NSÍ eitt stig. Tá ið B36 var í Runavík, var úrslitið eisini javnleikur.
NSÍ hevði í fjør tvær ferðir vitjan av Skála. Aðra ferðina vann NSÍ 2-0, og hina ferðina vann NSÍ 2-1. Tá ið NSÍ var á Skála, vunnu skálamenn 2-0.