Skil fáast á bygdamørkini

Runavík: Hvar er markið millum Glyvrar og Saltangará?

Henda spurning tók býráðið í Runavík støðu til á fundinum, sum varð hildin í gjár. 

Her varð ein tekning løgd fram um markið, og samtykti býráðið at fylgja hesi tilráðingini. Markið gongur millum annað eftir gamla útgarðinum millum bøin á Glyvrum og hagan, men fer annars framvið og gjøgnum traðir á leiðini. 

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur havt málið til umrøðu, og varð teirra tilráðing samtykt. Spurningurin um markið millum Runavík og Saltangará varð eisini til viðgerðar, men her vórðu ongar broytingar gjørdar.