Óskikkiligir klaksvíkingar til Oyrarbakka

Leygarkvøldið verður Late Night Show á Oyrarbakka, og tað er undirhald fyri tey, sum tola eitt sindur av hvørjum

Teir leggja ikki fingrarnar í millum - klaksvíkingarnir, sum nú fara at ferðast kring landið við Late Night Show.

Leygarkvøldið verður lagt fyri í Eydnuni á Oyrarbakka, og seinni gongur leiðin til Sands, Suðuroyar og Havnar. Frammanundan hevur hetta show lagt klaksvíkingar niður.

Tað hevur leingi verið upp á tal, at menninir aftanfyri Late Night Show skuldu á rundferð í Føroyum, og nú verður tað umsíðir til veruleika.

Late Night Show er undirhald fyri vaksin, tað er bæði frekt og speiskt, og alt er fyri mark ? næstan.

- Vit hava allatíðina hildið fast um, at at Late Night Show ikki skal verða persónligur ágangur ella gudsspottandi, men annars smæðast vit ikki við at taka evni upp, sigur Kári Sólstein, sum er ein av monnunum aftanfyri showið.


Nógv umtalað

Saman við honum luttaka Jan Gardar, Øssur Hentze og David Sundskarð á pallinum, og í løtuni venja hesir mans til framførsluna á Oyrarbakka.

- Tað er torført at siga fólki, hvat tey kunnu vænta av Late Night Show, tí tey kenna ikki konseptið. Vit kunnu bara ráða teimum til at koma og uppliva tað, sigur Kári Sólstein.

Late Night Show er fjølbroytt undirhald. Tað er stand-up undirhald, táttir og sangir, fyrilestrar og sketsjur. Alt er skrivað til showið, og øll hugsandi evni verða tikin upp. Greitt verður frá, hvussu tað er at vera grillikkari (tað eru fólk, sum eru vanabundin at grillmati) og greitt verður eisini frá, hvussu til dømis Depil fekk sítt navn.

Late Night Show hevur verið sera væl umtókt og umtalað í Klaksvík. Tá var showið partvís lokalt, men alt tað lokala tilfarið er skift út, nú rundferðiní Føroyum byrjar.

Late Night Show verður í Eydnuni á Oyrarbakka leygarkvøldið kl. 22.30

.

ek