Sjálvt um tað sjáldan hava verið fleiri fólk á ólavsøku, so hevur hon roynst løgregluni stak friðarlig.
- Tað hevur ikki verið øðrvísi enn eitt vanligt vikuskifti, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Í onkrum einstøkum føri hava menn verið uppi at takast, men í morgun visti løgreglan bert um ein einstakan tilburð.
- Tað kann tó verða, at onkur fráboðan kemur seinni. Tað vísir seg tíðum, at tá menn vakna aftur dagin eftir, at teir koma á løgreglustøðina at boða frá einumhvørjum, sigur vakthavandi.
Men fyri tað, at tað hevur verið friðarligt, so hava løgreglan havt úr at gera kortini. Tað hevur verið nógv fult fólk, og teimum hevur løgreglan so hjálpt upp ella fingið tey til hús.
- Bert fá hava sovið rúsin av sær her á støðini, sigur vakthavandi.
Hann heldur, at tað munnu hava verið so nógv fólk á ólavsøku, sum tað kann, og hann ivast heldur ikki í, at góða veðrið og harav góða lagið hava hjálpt til, at so lítil ófriður hevur verið.
Skaðastovan hevur tó eisini havt nakað at gera.
- Tað er altíð so, at onkur sker seg ella dettur og fær ein snudd, so fólk enda altíð á skaðastovuni, sigur vakthavandi.
Men sigast má, at føroyingar duga væl at hugna sær á ólavsøku, og at vit hava skikkað okkum serliga væl hesa tjóðarhátíðina.










