Skiftu formannin ov tíðliga

Fyrrverandi formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, sær stóran vanda í, at formaður floksins verður skiftur út mitt í einum valskeiði

John Johannessen


Heini O. Heinesen er eftir eykaflokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum um vikuskiftið ikki longur formaður Tjóðveldisfloksins.

Hetta er hann ikki sørt vónsvikin av, hóast hann kortini ikki er firtin um avgerðina og framhaldandi ætlar sær at virka fyri, at samstarvið í Tjóðveldisflokkinum virkar sum best.

Men kortini hevur avgerðin hjá flokstingi Tjóðveldisfloksins skapt eina ávísa misnøgd. Heini O. Heinesen vísir á, at nógvir av hansara mongu stuðlum í flokkinum eru misnøgdir um, at formaðurin brádliga er skiftur.

? Tað verður nógv tutlað um formansskiftið úti í gangunum, og heilt greitt er, at sundurlyndið er vorðið stórt um hesa avgerð.


Ábyrgdin tikin

Heini O. Heinesen er eftir umskipanina av bygnaði Tjóðveldisfloksins kortini ikki heilt skumpaður av rókini. Hann er formaður í tingbólkinum og næstformaður í floksstjórnini.

Kortini kennir Heini O. Heinsen tað sum, at ein stórur partur av teirri ábyrd, hann hevur havt av at halda saman upp á flokkin, er tikin frá honum, og tað líkar honum illa.

? Eg haldi meg hava megnað væl at hildið saman upp á Tjóðveldisflokkin. Harafturat haldi eg meg als ikki hava skuggað fyri Høgna Hoydal, sigur Heini O. Heinesen.

Fyrrverandi formaðurin heldur kortini, at tað er rætt av flokkinum at hava Høgna Hoydal sum andlit úteftir. Men hann vísir á, at tað krevur eitt sterkt bakland, ið kortini ikki setir Høgna Hoydal í skuggan. Og júst hetta streka baklandið metir Heini O. Heinesen seg hava verið.

? Eg havi røkt mína uppgávu sum formaður, uttan at koma so nógv fram í miðlunum alla tíðina. Og júst tað hevur verið mín styrki, eisini fyri Høgna Hoydal, sigur Heini O. Heinesen.


Tveir vengur

Heini O. Heinesen ásannar, at tað møguliga hevði verið rætt, at framt hesa broytingina í leiðslubygnaði floksins upp undir eitt val. Tá kundi borið til at fingið politiskan vinning av henni, heldur hann.

Men Heini O. Heinesen vísir á, at tað í Tjóðveldisflokkinum eru tveir vengur, ið ikki altíð eru so heilt samdir, og annar av hesum vongum hevur leingi vilja havt Heina frá, sum formann.

? Tað hevur fyrr verið gjørt eitt ávíst arbeiði fyri at koppa meg úr stólinum, og nú skeyt ein bólkur so upp hetta uppskot, ið fekk meg frá.

? Eg haldi, at flokkurin eigur at hava eina grundgeving fyri at skifta formannin út, sigur Heini O. Heinesen og vísir á, at hann aldri sjálvur hevur biðið um at gerast formaður Tjóðveldisfloksins.

Men hóast Heini O. Heinesen seinastu tíðina hevur kent seg eitt sindur hóttan frá øllum síðum, kennir hann seg kortini ikki forfylgdan. Tí ætlar hann sær framvegis at royna at arbeiða so væl sum møguligt saman við øllum pørtum í flokkinum.


Heldur fram

Heini O. Heinesen sigur, at hann sjálvur fleiri ferðir seinastu tíðina hevur hoyrt slatur um, at hann fer at leggja frá sær í politikki. Men hetta er bert slatur.

? Eg ætli mær at halda fram í politikki so leingi eg eri mentur og verði valdur, sigur fyrrverandi formaður Tjóðveldisfloksins.