Fyrst í árinum løgdu fyritøkurnar Nema og Hey, saman, og halda tey, at tíðin er búgvin nú til at báðar fyritøkurnar fáa eitt felags heiti.
Og tað merkir, at alt virkisøkið hjá felagnum fer framyvir at virka undir navninum, Nema, og tey siga, at broytingin verður framd so líðandi hetta næsta árið.
Samstundis skal fyritøkan eisini hava nýtt búmerki, sum tey siga, tekur útgangsstøði í felagsskapinum - felagsskapinum innan í fyritøkuni og felagsskapinum, sum báðar fyritøkurnar hava knýtt við viðskiftafólk síni. Búmerkið er skrivað við lítlum stavum og skriftin er sergjørd. Tað er niðri á jørðini, stavirnir standa tætt saman og e'ið sum stendur á skrá, skal minna bæði fyritøku og viðskiftafólk á tørvin á at hugsa øðrvísi. Rundingurin ímyndar sereyðkennini í fyritøkuni og fer í komandi tíðum eisini at geva ymsu økjunum sítt egna sermerki.
##med2##
Hetta er triðju ferð, at telefelagið, Hey, skiftur navn, tí áður hevur tað itið bæði Kall og Vodafone.