Skiftir í kvøld ella í morgin

Paul Pogba er ógvuliga tætt við at skriva sáttmála við Manchester United.

Ein av mest umtalaðu leikaraflytingunum í hesum flytingarglugganum hevur óivað verið Paul Pogba, sum í longri tíð hevur verið ávegis úr Juventus til Manchester United.


Tað hevur drigið út, men í dag skrivar The Telegraph, at Paul Pogba er ógvuliga tætt við at skifta til enska felagið. Hann er í løtuni í New York, men flýgur til Manchester at skriva undir í seinasta lagi í morgin.


Sambært blaðnum, so fer Manchester United at rinda 980 milliónir krónur fyri 23 ára gamla miðvallaran, sum harvið verður heimsins dýrasti fótbóltsspælari.


The Telegraph sigur seg eisini vita, at talan er um ein fimm ára sáttmála, og at lønin hjá Paul Pogba verður 2,4 milliónir krónur um vikuna.