Skiftið á brúnni

Tjóðveldisflokkurin er farin at gera flokkin meiri nútímans og formaðurin í flokkinum verður nú eisini politiski leiðarin. Broytingin fer óivað at bera í sær, at flokkurin helst verður greiðari í politiska arbeiðnum og samfelagsliga orðaskiftinum.

 

Tað hevur ofta verið torført at fingið greiði á, hvørja áskoðan Tjóðveldisflokkurin hevur havt í ávísum málum. Formaðurin í tingbólkinum - sum má sigast at hava verið politiski leiðari floksins - hevur sagt eitt, men flokkurin, ella tingmanningin, hevur sagt eitt annað, tá tað er komið til stykkis. Fleiri dømi hava verið í seinastuni, og tey hava sett spurnartekin við trúvirði floksins.

Tað kom ikki óvæntað, at eyka flokstingið valdi Høgna Hoydal til formann í flokkinum sambært nýggja bygnaðinum. Tjóðveldisfólk kunnu takka honum og øðrum yngri kreftum fyri, at flokkurin reisti seg aftur, eftir at vera endaður heilt niðri á 10 prosentum av atkvøðunum miðskeiðis í 90-unum. Tær yngru kreftirnar góvu flokkinum eitt nýtt andlit, og gjørdu helst sítt til, at nógv fólk tóku seg saman fyri at royna at geva flokkinum ein møguleika, ein "tjans" afturat. Flokkurin var nærum stirnaður við teimum heldur litleysu gubbunum, sum myndaðu flokkin hetta tíðarskeið.


Hugtakið "skipað loysing" gav loysingarhugtakinum meiri innihald, og minni víðgongd sjálvstýrisfólk kundu atkvøða fyri lista E. Fullveldisætlanin gjørdist veruleiki og tilgongdin er á einum avgerandi móti. Hinvegin hava nýggju kreftirnar førkað Tjóðveldisflokkin frá einum sosialt tilvitandi verkamannaflokki til ein meiri populistiskan flokk, sum onkuntíð liggur høgrumegin Fólkaflokkin í politiskum meiningum.


Nú hava tær ungu og heldur óroyndu kreftirnar fingið alt valdið í flokkinum, og eingin úr veinginum hjá Finboga Ísaksyni, Signari á Brúnni ella Hergeiri Nielsen eru umboðað í floksstjórnini. Spurnartekin kann setast við, um tær yngru kreftirnar duga javnvágina og hava ta neyðugu barlastina, tá tað fer at standa á í torførum samráðingum um framtíðarstøðu Føroya! Er eitt leiðslubýti ikki gjørt í fullum samljóði, kann eitt innanhýsisstríð verðalemjandi.


Unga stjørnan hjá Tjóðveldisflokkinum hevur dugað væl at ført seg og flokkin fram, men higartil hevur nývaldi formaðurin tosað í yvirorðnaðum vendingum, í yvirskriftum, og sagt minni um sjálvan tekstin. Tað er lætt at "miðja ímóti", "hava greiðar linjur" og "tryggja" hesum og hasum. Veri er at fremja ein politikk í verki og finna tær neyðugu semjurnar millum persónar og flokkar.


Hóast nýggi bygnaðurin ikki tykist heilt greiður við floksstjórn og aðalstjórn, og ásetingum, sum helst skulu tryggja onkrum eitt pláss í floksleiðsluni, so leggur hann politisku ábyrgdina og somleiðis politiska valdið á eitt stað. So er bara spurningurin, um tað neyðuga mótspælið í floksleiðsluni verður nóg munagott.