Óstøðug luft við onkrum ælum streymar komandi dagarnar yvir Føroyar úr suðri, seinni útsynningi. Seinni fer eitt lágtrýst at flyta seg úr Skotlandi móti Hetlandi.
Í dag verður eitt lot til gul av útsynningi ella ymsum ættum, undir seks metrar um sekundið. Skýggjað og í støðum regn og mjørki. Í kvøld ella í nátt eitt gul til stívt andvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin upp móti 10 stigum.
Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og í støðum klárt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan, 2 til 6 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig. Um n´ttina verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Klárt og hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, og seinni nakað av sól. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina niður í 7 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Um náttina eitt stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi, upp í 10 metrar um sekundið. Sum frá líður skýggjað og ælaveður. Hitin um 10 stig.
Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli og hitin um 10 stig.