Skiftandi heystveður

Veðrið komandi dagarnar verður skiftandi, bæði hvat viðvíkur regni og vindi, sigur danska veðurstovan DMI.

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi dýpist, og eitt hitabrúgvalag kemur yvir Føroyar, soleiðist at lýggjari luft streymar yvir oyggjarnar av landsynningi. Týsdagin koma væntandi brúgvaløg við regni inn yvir Føroyar úr suðri og útsynningi. Seinni í vikuni kemur væntandi enn eitt brúgvalag yvir Føroyar av útsynningi.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður támut ella mjørki í støðum og hitin um 10 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin og um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, támut og mjørki í støðum, men sum frá líður klárar í. Hitin millum 8 og 10 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina regn av suðri. Hitin um 10 stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, í støðum upp í 18 metrar um sekundið, sum um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn, og hitin um 10 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, og tað klárar í, og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið, og snarar í ein sunnan og landsynning. Turt og møguliga sólglottar. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Sum frá líður skýggjað og regn av útsynningi, og hitin um 10 stig.