Skiftandi hýsuprísur

Prísurin á hýsu hevur verið rættiliga misjavnur í seinastuni. Í síðstu viku hækkaði hann munandi, men á uppboðssøluni í dag fall hann aftur. Fiskamarknaðurin seldi næstan 50 tons av hýsu í dag. Tann stóra hýsan fór fyri 11,98 krónur í meðal fyri kilo, og meðalprísurin á teimum báðum næstu støddunum lá beint niðan fyri 11 krónur.

Rættiliga nógv var eisini av brosmu og longu á uppboðssøluni í dag. Meðalprísurin á teirri stóru brosmuni var 8,40 krónur, og tann stóra longan fór fyri góðar 14 krónur í meðal.

Besti meðalprísurin á toski í dag var fyri tosk II, sum fór fyri 18,41 krónur í meðal.