- Skifta væntandi formann á næsta fundi

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, sigur, at hon væntar at Tjóðveldi yvirtekur formansessin í vinnunevndini á næsta fundi

Tá samgongan bleiv skipað fyri tveimum árum síðani, var ein avtala gjørd millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, at teir skuldu býta formanssessin í vinnunevndini millum sín.

 

Javnaðarflokkurin fekk formannin í tvey tey fyrru árini og Tjóðveldi skuldi hava formannin tvey tey seinnu árini.

 

Sambært Annitu á Fríðriksmørk, forkvinnu í tingbólki Tjóðveldis, so er tað ein greið avtala, ið bleiv gjørd millum flokkarnar.

 

- Semjan bleiv gjørd millum flokkarnar og tað er ætlanin, at hon verður yvirhildin. Eg gangi út frá, at Tjóðveldi yvirtekur formansessin tá vinnunevndin kemur saman aftur, sigur Annita á Fríðriksmørk.

 

Bjarni Hammer, sitandi formaður í vinnunevndini, segði við kringvarpið í gjár, at hann visti ikki um nevndin skal skifta formann nú, men hann váttaði at vita um avtaluna.

 

- Tað er eingin ósemja um hesa avtaluna. Tað eru tvey ár farin nú og sum eg skilji, so verður formanssessurin skiftur til Tjóðveldi nú, sigur Annita á Fríðriksmørk.

 

Tjóðveldi hevur tvey umboð í vinnunevndini: Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, ið er varamaður hjá Magna Arge, nú hann fór á Fólkating. Alt bendir á, at tað verður Bjørt Samuelsen, ið yvirtekur ábyrgdina sum forkvinna í vinnunevndini.

 

Vinnunevndin fer undir viðgerðina av uppskotinum til nýggju lógina um fyrisiting av sjófeingni, sokallaðu fiskivinnunýskipanina. Tað er fleiri ferðir sagt, at samgongan stendur saman í hesum málinum og tískil er tað lítið, sum bendir á, at eitt formansskifti fer at hava nakrar fylgir fyri uppskotið.

 

Andstøðan er í meirluta í vinnunevndini og hevur eisini næstformanssessin. Limirnir í vinnunevndini eru sum fylgjandi:

 

Bjarni Hammer, formaður
Jørgen Niclasen, næstformaður
Bjørt Samuelsen
Jógvan Skorheim
Ingolf S. Olsen
Jákup Mikkelsen
Helgi Abrahamsen

 

Bjørn Kalsø er limur í vinnunevndini fyri Sambandsflokkin, men hann er í farloyvi í løtuni. Helgi Abrahamsen røkir sessin fyri tingmannin í Norðoyggjum.