Skifta um arbeiði

Í Danmark er trot á verkfrøðingum, og ein nýggj framrokning vísir, at í 2020 fara 14.000 verkfrøðingastørv at standa tóm í Danmark, verður einki munagott gjørt. Í einari roynd at gera arbeiðið meiri áhugavert og spennandi royna danir nú eina skipan, har verkfrøðingar í almennum starvi og verkfrøðingar í privatu vinnuni kunnu skifta um arbeiði eina tíð. Tað er umráðandi, at partarnir kenna umstøðurnar hjá hvør øðrum, siga fyrireikararnir.