Fimm mans hjá Articon arbeiða í dag við at skifta allar fýra klokkuskivurnar í Havnar kirkju. Hóast tað er kavi og kalt í veðrinum, heldur hetta ikki Articon aftur í at arbeiða úti í tí frísku og køldu luftini.
Í dag eru fimm mans hjá felagnum í holt við at skifta allar fýra klokkuskivurnar í Havnar kirkju.
Fyri hálvum øðrum ári síðan renoveraði Articon tornið á kirkjuni, og tá varð eisini ?spírin?, sum tey rópa tað ovasta á torninum, í Danmark til upppussingar.
Nú er Articon so í holt við at skifta klokkuskivurnar út.
Menn hjá Articon siga, at skivurnar eru úr 6 mm. tjúkkum pleksiglasi.
Articon hevur sín egna bil á staðnum, umframt at felagið hevur leigað ein stóran bil hjá Tórshavnar Sløkkiliði.
Samstundis, sum klokkuskivurnar nú verða skiftar, hyggja tveir mans hjá Tórshavnar Maskinverkstaði eftir sjálvum klokkuverkinum í Havnar kirkju, sum hevur nógv ár á baki.
Hjá Articon siga tey, at arbeiðið við at skifta skivurnar ætlandi verður liðugt, tá hesin dagurin fer at halla.