Hesi seinnu árini er graslíkið á fleiri av eldru graslíkisvallunum kring landið skift út, og nú er túrurin so komin til niðara vøll í Gundadali.
Hevur tænt fyri seg
Niðari vøllur í Gundadali í Havn, soleiðis sum vit kenna hann í dag, er 13 ára gamal. Gamli niðari vøllur, sum var grúsvøllur, lá eystur-vestur, men tá graslíkisvøllur bleiv gjørdur í 1992, bleiv vøllur samstundis vendur, soleiðis at hann nú liggur suður-norð.
Hesi 13 ár, ið graslíki hevur verið á niðara vølli, er tað ongantíð skift út, og tað er einki dulsmál, at tað hevur trongt til í fleiri ár at blíva skift út. Nú er hetta arbeiði so farið í gongd, og væntandi verður tað liðugt beint eftir ólavsøku. Nýggja graslíkið verður tað sonevnda triðja ættarliðsgraslíki. Komandi ár verður graslíkið á ovara vølli eisini skift út.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at graslíki, sum verður tikið av niðara vølli, fer heldur ikki til spillis.
- Gamla graslíkið verður tikið av undir eftirliti av serkønum fólki, og síðani verður tað skorið sundur á ein slíkan hátt, at tað kann nýtast aftur aðrastaðnis í býnum. Vit ætla at brúka graslíkið á fleiri spæliplássum kring býin, og væntandi røkkur graslíkið av niðara vølli til okkurt um 15 spælipláss í Havn, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at á fundi í næstum fer mentamálanevndin væntandi at játta pening til arbeiði at gera øki á spæliplássum klárt til graslíki og til at leggja graslíkið á.