Skibby viðurkennir doping

Danski súkklumaðurin Jesper Skibby viðurkennir í nýggjari bók, at hann nýtti stimbrandi evni fyri at betra um síni avrik. Bókin hjá Skibby kemur út mikudagin, men Ekstrablaðið hevur um vikuskiftið prentað brot úr bókini. Jesper Skibby greiðir frá, hvussu hann fyrstu ferð varð dopaður, og hvørjar tankar hann gjørdi sær um tað. Danski súkklarin, sum var millum teir fremstu í Danmark í nógv ár, var dopaður í fleiri ár í 1990'unum.