Georgiski Kakha Kaladze er ein væl dámdur maður í Italia í dag. Verjuspælarin, sum dagliga spælir í Milan, skoraði nevnliga bæði málini, tá Italia vann 2-0 móti Georgia. Trupulleikin hjá Kaladze er bara, at hann spælir við Georgia. Talan var annars um málleysan fyrra hálvleik, men við tveimum, sjálvmálum syrgdi Kaladze fyri, at Italia helt fast um sína kós móti HM-endaspælinum.