Skeyt tríggjar amerikanskar hermenn

Ein afghani, sum var í hermannabúna, hevur skotið tríggjar amerikanskar hermenn í Helmand-landspartinum har suðuri í Afghanistan. Ein talsmaður fyri Nato vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til tilburðin, men váttar, at teir tríggir amerikanararnir doyðu av skotunum.

Ein talsmaður hjá amerikanska herinum sigur við tíðindastovuna AFP, at afghanin var í einum búna hjá afghanska stjórnarherinum. Afghanskir embætismenn siga at teir tríggir amerikanararnir vóru úr einari servandari deild hjá amerikanska herinum.

Sambært tølum hjá Nato hava afghanskir hermenn og løgreglumenn skotið 28 útlendskar hermenn higartil í ár. Í fjør doyðu 35 útlendskir hermenn í slíkum álopum.