Ósketni at líta á sjálvvirkandi skipan

- Tað áhugaverda við dóminum er, at rætturin nú hevur staðfest, at tað er ósketni bara at líta á sjálvvirkandi skipanir, tá olja verður flutt millum tangar, sigur myndugleiki. Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni verður nú kunnað um dómin, sum Føroya rættur feldi hin 7. februar yvir reiðaríið, sum eigur Váðastein. Dómurin staðfestir nevniliga, at tað er ósketni, tá olja verður flutt millum tangar uttan eftirlit.

Hendingin við Váðasteini fór fram sunnudagin, 2. mai í 2010, meðan skipið lá við Bursatanga. Tá olja varð pumpað úr einum goymslutanga yvir í dagtangan, fleyt yvir, og í minsta lagi 1200 litrar av olju fóru á sjógv.

Orsøkin til óhappið var, at sjálvvirkandi skipanin, sum átti at steðga pumpuni, tá dagtangin var fullur, virkaði ikki.

Eingin var umborð á skipinum, tá oljan fleyt yvir.

Umhvørvisstovan gav stutt eftir hendingina reiðarínum sektaruppskot á 51.000 krónur, men reiðaríið tók ikki við bótini. Tí varð málið sent fútanum við áheitan um at reisa ákæru, og herfyri staðfesti Føroya rættur so sektaruppskotið á 51.000 krónur.

- Tað áhugaverda við hesum dómi er, at rætturin nú hevur staðfest, at tað er ósketni bara at líta á sjálvvirkandi skipanir, tá olja verður flutt millum tangar. Onkur má vera umborð og hava eftirlit við, at alt fer fram á rættan hátt.

Ein slíkur dómur hevur stóran týdning fyri tulkingina av havumhvørvislógini, og serliga tá metast skal um, nær talan er um ósketni, sigur Umhvørvisstovan.