Upptakt
B68 hevur nógv á skránni í hesum døgum. Mikukvøldið spældu teir landskappingardyst ímóti NSÍ, í morgin skulu teir spæla landskappingardyst ímóti HB, og hóskvøldið skulu teir spæla seinnu hálvfinaluna ímóti NSÍ. Mikukvøldið var dysturin á graslíkinum á Svangaskarði. Í morgin og hóskvøldið í komandi viku fer at verða spælt á grasvøllinum á Svangaskarði.
? Liðið hjá okkum fyrireikar seg til Intertoto kappingina. Teir dystirnir verða á grasi, og tí er tað nátúrligt, at vit venja og spæla á grasi. Hetta átti at verið heilt upplagt undan altjóða dystum, og eisini tá vit eiga ein grasvøll, sum sær gott út, nú tað hevur verið turt og lýkka hevur verið í luftini, og tað harvið hevur verið góður gróður.
Hetta sigur Niclas Davidsen, sum er formaður í B68. Ásetingarnar siga, at mótstøðuliðini skulu hava boð tíggju dagar undan dystardegnum, um dysturin skal spælast á grasi og ikki á graslíki.
HB spælararnir hava so at siga uttan undantak spælt nógv á grasi. Her verður bæði hugsað um meiri tilkomnu spælararnar, sum hava spælt á landsliðnum og í Europa Cup, umframt at onkrir teirra hava verið í útlendskum feløgum, og her verður eisini hugsað um yngru menninar, sum hava verið nógv á yngru landsliðunum.
HB vann góðan 2?0 sigur í hálvfinaluni í steypakappingini, tá teir grundlógardag vóru í Vági. Men sigurin var dýrt vunnin. Tór?Ingar Akselsen noyddist út heilt skjótt, tí hann varð vøddaskaddur. Hallur Danielsen beklaði illa. Hesir báðir eru sera ivasamir í morgin. Tað er greitt, at Jóhannis Joensen verður ikki við. Hann sá gula kortið í málleysa landskappingardystinum í Vági sunnudagin og er leikbannaður.
Møguligir avloysarar eru Janus M. Joensen og blaðungu menninir Rókur av Fløtum Jespersen, Bjarni Jørgensen og Emil Nolsøe Leifsson. Hesir eru allir sera evnaríkir.
Hjá B68 er Anders Nygaard framvegis skaddur. Teir duga ikki at siga, nær hann verður tøkur aftur, men teir vóna, at hann verður vi, tá teir um tvær vikur fara til Sveis at spæla í Intertoto Cup. Arnold Joensen var leikbannaður mikukvøldið, tí hann varð útvístur ímóti B36 sunnudagin. Nú er hann tøkur aftur.
Spurningurin er so, hvussu Frank Skytte fer at seta liðið saman. Mikukvøldið spældu teir 4?4?2, meðan teir frammanundan í landskappingini hava spælt 4?3?3. HB er tvey stig frammanfyri B68, og teir hava spælt ein dyst færri. Tað vil siga, at tað er av alstórum týdningi hjá B68 at fáa stig í morgin, og teir skulu helst vinna. Men á Toftum ásanna teir, at tað verður trupult, tí HB hevur staðið seg betri higartil í ár, enn øll hini liðini hava gjørt.









